Reglugerð

§ 1 Endamál

Endamálið við reglugerðini er at fyriskipa nærri reglur fyri rættindum og skyldum hjá limum grunsins.

§ 2 Limir

Limir í grunninum eru teir løntakarar, sum nevndir eru í grein 3 í viðtøkunum.

Stk. 2. Limirnir í grunninum hefta ikki persónliga fyri skyldum grunsins.

§ 3 Flyting til og frá øðrum eftirlønarskipanum

Virðið av einari eftirlønarskipan frá undanfarnum starvi, kann flytast til hækking av tí sum limurin eigur innistandandi.

Stk. 2. Við flytan til annað starv við skyldu til limaskap í einari eftirlønarskipan, kann tað sum limurin eigur innistandandi, eftir umsókn, flytast til nýggju eftirlønarskipanina.

§ 4 Útgjald í samband við flyting

Um galdandi lóggáva, tvs eftirlønarlógin ella rentutryggingarlógin, loyvir hesum, kann:

    1. Limur við fremmandum ríkisborgararætti eins og danskarar og grønlendingar, sum flyta úr Føroyum fáa eftirlønaruppsparing sína útgoldna. Limur, sum eina ferð hevur fingið eftirlønina útgoldna og kemur aftur til Føroyar at arbeiða, kann tó ikki fáa eftirlønina útgoldna fyrr enn 10 ár aftaná at limurin er fluttur av landinum aftur.
    2. Føroyingur, sum er limur í grunninum, í 8 ár hevur búð uttanlands, fáa eftirlønaruppsparing sína útgoldna.
§ 5 Eftirlønargjald (Inngjøld til grunnin)

Eftirlønargjøldini hjá limunum eru sáttmálaásett. Eftirlønargjøldini verða rindaði á persónliga eftirlønarkonto hjá hvørjum einstøkum limi. Av hvørjari persónligari eftirlønarkonto verður í mesta lagi 5 % sett av til limakonti.

Innistandandi á limakonti verður roknað við í basiskapital grunsins, men er annars javnsett við uppsparingina á eftirlønarkonti, bæði viðvíkjandi viðgerð av vinningi og tapi og í sambandi við útgjald av eftirløn til limir grunsins.

Stk. 2. Eyka eftirlønargjald kann avtalast við arbeiðsgevaran.

Stk. 3. Samlaða eftirlønargjaldið verður inngoldið av arbeiðsgevaranum samsvarandi sáttmálunum.

Stk. 4. Um inngjaldingin av eftirlønargjøldum sambært sáttmálanum heldur uppat, kann limurin  halda áfram við inngjaldingini fyri egna rokning. Hetta val skal gerast í seinasta lagi 3 mánaðir aftan á, at inngjaldingarnar sambært sáttmálanum eru steðgaðar.

Nevnd grunsins ásetir nærri treytir fyri inngjalding fyri egna rokning og støddina av slíkum inngjøldum.

§ 6 Veitingar úr grunninum

Eftirlønargrunnurin veitir eftirløn sambært grein 7.

Stk. 2. Útgjaldingin kann byrja tá limurin kemur til pensjónsaldur sambært galdandi lóg um almannapensjónir og í seinasta lagi tá limurin fær fólkapensjón.

Stk. 3. Um tað læknafrøðiliga verður staðfest, at limurin orsakað av sjúku, hevur niðursettan væntaðan miðallivialdur, so kann útgjald byrja áðrenn fólkapensjónsaldur, alt eftir reglunum í eftirlønarlógini.

Stk. 4. Um limurin doyr áðrenn eftirlønaraldur er øll uppsparingin at rokna sum kapitaleftirløn við arvarætti sambært grein 9 í eftirlønarlógini. Um arvarættin verður víst til grein 8 niðanfyri.

§ 7 Útgjald av eftirløn

A. INNGJALD ÁÐRENN 2012

Lívrenta

Øll uppsparing upp til kr. 50.000,00 verður útgoldið í einum.

Uppsparing yvir kr. 50.000,00 verður øll útgoldin sum ein lívstreytað veiting.

Uppsparing yvir kr. 50.000 verður goldin við kr. 4.000 um mánaðin.

Lutaeftirløn

Øll uppsparing upp til kr. 50.000,00 verður útgoldið í einum.

Uppsparing yvir kr. 50.000 verður útgoldin sum mánaðargjald í 10 ár.

Møgulig kapitalpensjón

Møgulig kapitalpensjón verður útgoldin í einum við eftirlønaraldur.

B. INNGJALD AFTANÁ 2012

Uppsparing upp til kr. 400.000

Uppsparing upp til 60.000,00 verður útgoldin í einum.

Uppsparing størri enn kr. 60.000,00 og undir kr. 400.000,00 verður útgoldin við kr. 60.000,00 sum eingangsgjald og restin verður goldið við kr. 2.500,00 um mánaðin

Uppsparing yvir kr. 400.000

Í mesta lagi 15% kann útgjaldast sum eingangsgjald,í mesta lagi 55 % kann verða útgoldið sum lutaeftirløn í 10 ár og í minsta lagi 45 % skal verða útgoldið sum lívrenta.

Um limurin ikki gevur boð um annan útgjaldingarhátt, so verður uppsparda eftirlønin útgoldin soleiðis:

  • 15 % sum eingangsgjald
  • 40 % sum lutaeftirløn í 10 ár
  • 45 % sum lívrenta (lívlang útgjalding)

Upphæddirnar undir A og B verða javnaðar í sama mun sum javningar verða gjørdar í upphæddunum nevndar í rentutryggingarlógini og eftirlønarlógini.

§ 8 Persónligi rætturin til eftirlønina og arvarættur

Limir grunsins kunnu ikki ráða yvir rættinum til eftirlønaruppsparingina við avhending, veðseting ella á annan hátt.  Rætturin  kann heldur ikki vera fyri rættarsókn av nøkrum slag frá kravánarum. Hetta er galdandi bæði fyri pening á limakonti og pening á eftirlønarkonti.

Stk. 2. Um limurin  doyr áðrenn uppsparda eftirlønin er goldin, og limurin ikki hevur givið fráboðan um annað, so fellur uppsparda eftirlønin til næsta avvarandi.

Stk. 3. Við “næsta avvarandi” skilst í hesari reglugerð, hjúnafelagi ella sambúgvi, sum lúkar krøvini niðanfyri ella lívsarvingar í nevndu raðfylgju.

Stk. 4. Fyri at koma undir hugtakið sambúgvi omanfyri, skal sambúgvin hava búð saman við liminum á felags bústaði og

    1. vænta, hava ella hava havt barn saman við liminum ella
    2. hava livað saman við liminum í hjúnalagslíknandi sambandi á felags bústaði seinastu 2 árini áðrenn limurin doyði.

Tað ávirkar ikki kravið um felags bústað, um annar av pørtunum fyribils uppiheldur sær á øðrum bústaði ella uppihald á stovni.

Skrásett parlag verður javnsett við hjúnalag.

Stk. 5. Um eingin hjúnafelagi, sambúgvi ella lívsarvingar eru, so fellur uppsparingin til grunnin.

§ 9 Skattareglur

Allar inn- og útgjaldingar av eftirløn sambært hesari reglugerð verða álagdar teimum til eina og hvørja tíð galdandi gjalds- og skattareglum.

§ 10 Útrokningarstøði

Útrokningarstøðið, sum ásett verður av tryggingarserkøna (aktuari) grunsins í samráð við nevndini, verður fráboðað Tryggingareftirlitinum.

Stk. 2. Útrokningarstøðið er tað sama fyri kvinnur og menn.

Stk. 3. Allir limir fáa lut í avlopinum eftir tí til Tryggingareftirlitið fráboðaðu tøkniliga grundarlagnum.

§ 11 Fyrning

Eftirlønaruppsparingar fyrnast eftir galdandi lógarreglum.

§ 12 Gildiskoma

Hendan reglugerð er samtykt á nevndarfundi tann 8. mai 2023 og kemur tá í gildi.

Tó kemur grein 4 í gildi 1. januar 2024. Fram til nevnda dag eru upprunaligu reglurnar um útgjald í sambandi við flyting av landinum, í ávikavist EFA og EHH galdandi fyri teirra upprunaligu limir.

Annars fara nevndu upprunaligu reglugerðir fyri EFA og EHH úr gildi tá hendan reglugerð fyri Eftirlønargrunn Løntakaranna – Lívsverk, er samtykt av nevndini.

Samtykt á nevndarfundi 10. januar 2024

Georg F. Hansen, formaður

Eyðbjørn Larsen, næstformaður

Sunrid Vang

Páll Nielsen

Hans Jacob Joensen

Sunniva Sólarris

Sonja Jógvansdóttir