Aðalfundur Eftirlønargrunni Løntakaranna
Aðalfundur hjá Eftirlønargrunni Løntakaranna (samanlagdu grunnarnir Eftirlønargrunnur Føroya Arbeiðarafelags og Eftirlønargrunnur Havnar Handverkarafelags)
Aðalfundur grunsins verður fríggjadagin 16. apríl 2021
kl. 10.00, á Hilton Garden Inn, Staravegur 13, 100 Tórshavn.
Dagsskrá sambært § 5, stk. 5 í viðtøkum grunsins:
- val av fundarstjóra
- frágreiðing frá nevndini um farna ár
- framløga av ársroknskapi við grannskoðaraátekning til góðkenningar
- val av nevnd (valdir/tilnevndir verða 7 nevndarlimir og 3 tiltakslimir í ár)
- val av grannskoðara
- innkomin uppskot, m.a. nýggjar viðtøkur, sum samtyktar eru á aðalfundum í Eftirlønargrunnur Føroya Arbeiðarafelags og Eftirlønargrunnur Havnar Handverkarafelags at galda fyri samlagda grunnin.
- ymiskt.
Nýggju viðtøkurnar eru dagførdar og broyttar í sambandi við at grunnarnir verða lagdir saman, og broytingarnar fevna í høvuðsheitum um hvør kann møta og atkvøða á aðalfundi og val og tilnevning av nevndarlimum.
Limirnir í grunninum hava høvi at síggja viðtøkubroytingarnar við at venda sær til skrivstovu grunsins.
Uppskot til aðalfundin skulu vera nevndini skrivliga í hendi innan 9. Apríl 2021.
Heitt verður á feløgini, um at boða frá luttøku innan 9. Apríl.
Eftirlønargrunnur Løntakaranna