Høvuðsmynd

Íløgur

Tín uppsparing verður løgd í alheimsvirðisbrøv

Orsøkin til, at tín uppsparing verður løgd í alheims virðisbrøv, er fyri at stremba eftir at fáa ein so góðan vinning í longdini, sum gjørligt. Samstundis verður tín uppsparda upphædd væl spjadd fyri at lækka um váðan.
Munur er á, hvør váði er rættur fyri einstaka limin. Ungi limurin, ið hevur nógv ár eftir til eftirlønaraldur, kann skilagott taka størri íløguváða enn eldri limurin. Á henda hátt fær ungi limurin hægri vinningsmøguleika, og eldri limurin verður betri vardur, um fíggjarmarknaðirnir hava truplar tíðir.

Spjaðing av íløgunum lækkar um váðan

Lívsverk er, sum kunnugt, ein samanlegging av Eftirlønargrunni Føroya Arbeiðarafelags og Eftirlønargrunni Havnar Handverkarafelags. Íløgurnar hjá báðum upprunagrunnunum hava seinnu árini verið riknar sum ein sokallað balanserað íløga fyri at fáa ein so nøktandi vinning til limirnar, sum gjørligt.

Í balanseraðu íløguni liggja fýra høvuðsbólkar av íløgum. Hesir eru: donsk lánsbrøv, sum fevna um vanlig donsk stats- og realkreditlánsbrøv; útlendsk partabrøv, sum er ein væl spjadd íløga í alheimspartabrøv, ið hava staðið eina etiska gjøgnumgongd; og útlendsk lánsbrøv, sum fevna um undirbólkarnir: "Investment Grade", "High Yield" og "Emerging Markets". Umframt nevndu bólkarnir, hevur grunnurin víðkað nakað um balanseraðu íløguna við íløgubólkinum “alternativar íløgur”. Hesar íløgur kunnu fevna víða, men grunnurin leggur seg eftir, at hesar geva samlaðu íløguni góðsku við eyka spjaðing og vinningsmøguleika, tá hinar íløgurnar hava truplar tíðir.

Orsøkin til, at leiðslan fyri grunnin valdi at gera íløgur í hesar høvuðsbólkar, er fyri at fáa liðiligheit í samlaðu íløguna, soleiðis at hon kann bera seg, næstan sama, hvørji íløguviðurskiftini eru.

Gongur væl búskaparliga í heiminum, kann samlaða íløgan tillagast hesi sannroynd, og tað sama kann gerast, tá tað sansar at búskaparliga og kreppur herja.

Aldurstillaging av íløgum

Lívsverk byrjaði at aldurstillaga íløgurnar frá 1. januar 2021. Hetta merkir, at ungi limurin, sum hevur nógv ár eftir til eftirlønaraldur, hevur hægri váða enn eldri limurin. Gongur tað gott hjá íløgunum, verður ungi limurin soleiðis løntur fyri at hava hægri váða. Síggja vit eitt virðisbrævaár við halli, verður ungi limurin eisini harðari raktur av hallinum, men langa tíðarskeiðið til eftirlønaraldur ger, at eitt ringt ár hevur avmarkaða ávirkan, tí ungi limurin hevur nógv uppsparingar ár fyri framman.

Fyri eldra limin merkir aldurstillagingin, at eitt ringt íløguár bert í avmarkaðan mun ávirkar pensjónsuppsparingina. Eldri limurin fær soleiðis hægri verju móti íløguhalli.

Henda aldurstillagingin av íløguni hendir sjálvvirkandi, so hetta skal limurin ikki hugsa um.
Hvussu aldurstillagingin meira ítøkiliga verður framd, kanst tú lesa niðanfyri í teiginum "Íløgusamanseting og aldur".

Íløgusamanseting og aldur

Ítøkiliga rekur Lívsverk tvær íløgur. Eina íløgu við høgum váða og eina íløgu við lágum váða. Ungi limurin hevur eina yvirvág av síni uppsparing í íløguni við høgum váða, meðan eldri limurin hevur eina yvirvág av síni uppsparing í íløguni við lágum váða. Hetta er nærri lýst í hesi myndini:

Sum myndin vísir, lækkar íløguváðing, sum tíðin móti eftirlønaraldri nærkast.